7. og 8. desembur hava temadagar verið á Glasi.
Heitið hesa ferð var Rúmd. Skipað varð fyri gott og væl 30 verkstovum, sum hvør í sínum lagi tóku støði í hugtakinum Rúmd.
Nógvar kreativar og øðrvísi verkstovur vóru á skránni, sum t.d. talv, evning av ymiskum slagi og eisini evni sum búskapur, vitlíki og bókmentir vóru á skránni.
Her eru nakrar myndir frá temadøgunum.