Skeiðsdepilin fer fríggjadagin 21. feb. at hava ein temadag, har vit kunna um eina nýggja útbúgving – ”Kommunomútbúgving” – og fyrsta modulið, sum vit fara at bjóða fram, er ”Málsviðgerðarmodulið”.

Í samstarvi við felagið COK, ”Center for Offentlig Kompetenceudvikling”, sum tær donsku kommunurnar eiga, fara vit undir hesa útbúgving. Í hesum sambandi kemur COK til Føroya, har vit saman fara at skipa fyri temadegi, har vit kunna nærri um útbúgvingina.

Nær: Fríggjadagin 21. feb. kl. 09.00 – 15.00
Hvar: Glasir 700 bygningurin, gamli handilsskúlabygningurin, Marknagilsvegur 2, Tórshavn.

Les meira her.