Aftur í ár er temadagur um menningarhjálp. Umløgd undirvísing byrjar kl 9.15 í atrium, og fáa næmingarnir undirvísing í mannarættindum og menningarhjálp frá ávikavíst Amnesty og Reyða Krossi. Ætlanin er at gera eitt næmingablað, so gott hevði verið um fólk taka egna teldu og egi myndatól við í morgin.
Tey, sum hava biðið Menningarhjálpina finna arbeiði, fáa ein mail sendandi við nærri upplýsingum um arbeiðspláss og eina kvittan, sum fyritøkan skal vátta fyri flyting.
Næmingar, sum savna pening inn, skulu flyta peningin (300 kr.) á kontonr. 6460 0003763244. Viðmerkjast skal navn og flokkur á flytingina.
Temadagurin um menningarhjálp hevur áður verið nevndur Bolivia-dagurin. Tann 7. februar 2018 fóru næmingarnir á Glasi út at arbeiða fyri at veita stuðul til verkstaðsskúlan TAEPO í Bolivia. Tankin við Boliviahjálpini var, at ung fólk í okkara ríka parti av heiminum hava samhuga við teimum ungu úti í heimi, ið eru verri fyri.
Við úrtøkuni av einum arbeiðsdegi hjá næmingum her í Føroyum hevur borðið til at hjálpa ungum í Bolivia at fáa sær eina útbúgving. Glasir stuðlar hesum menningararbeiði við at geva næmingunum henda dagin til øðrvísi undirvísing. Temadagurin um menningarhjálp 2020 verður mikudagin 4. mars.
Les meira um Bolivia-verkætlanina her
Filmur er gjørdur um verkætlanina. Hann er tøkur í tveimum útgávum:
Gabriel – stutta útgávan (6 min)
Gabriel – Føroysk menningarhjálp í trý áratíggju (25 min)