Høvundar: Guðrið, Meina og Silja úr 17e

Í november byrja allir handlar so smátt at lýsa við avsláttri og villum tilboðum. Vit hava øll hoyrt um Black Friday, men hevur tú nakrantíð hoyrt um White Monday?

Dagurin verður kallaður White Monday, sum tað øvuta av degnum, Black Friday, og er altíð mánadagin áðrenn Black Friday, sum í ár verður 25. november!

#whitemonday átakið var stovnað í 2017 í Malmö í Svøríki av tá nýstovnaða virkinum, Repamera AB, sum umvældi klæðir. Í 2018 kom felagsskapurin, Medveten Konsumtion, uppí part. Alt arbeiði er sjálvboðið, og tey taka undir ongum umstøðum pening fyri at útvega lýsingar og annað.

#whitemonday er eitt almannagagnligt átak, sum hevur til endamáls at arbeiða fyri hugtøkunum: at endurnýta, umvæla og leiga heldur enn at keypa heilt nýggjar vørur. Hetta vil siga, at átakið birtir uppundir eina nýtslu, ið fer í ringrás.


Fyri at betur skilja, kanst tú eisini hugsa soleiðis:
•   Tað, sum eyðkennir Black Friday, er, at tað elvir til eina linjurætta nýtslu og tað, sum verður kallað “shopping hysteria”.
•   “Buy Nothing Day” er eitt átak, ið varð stovnað sum eitt andeitur til Black Friday, og sum sjálvsagt snýr seg um at einki keypa.
•   Harafturímóti miðar #whitemonday átakið ímóti einari loysn, sum er ímillum hesi bæði átøkini: einari nýtslu, ið fer íringrás. Hetta merkir, at tú kanst nýta so nógv, sum tær lystir, so leingi at tað ikki tørvar nýtt tilfeingi frá jørðini, sum hóast alt er avmarkað. Ringbúskapur er harumframt grundað á tríggjar meginreglur: at sleppa okkum av við rusk og dálking, at varðveita vørur og tilfar í nýtslu og at endurskapa nátúrligar skipanir. Ringbúskapur miðar á hendan hátt ímóti vøkstri við positivum fyrimunum í øllum samfelagnum.

Black Friday er eitt árligt søluátak, ið byrjaði í USA í 1952. Hetta hevur síðan spreitt seg til flestu vesturlond og verður hildið fríggjadagin eftir “Thanksgiving Day”.

Eyðkennið við degnum eru lýsingar, ið lova rimmar tilboð við tí endamáli at draga so nógvar kundar inn, sum til ber. Hyggur tú á youtube, finnur tú nógv klipp av kundum, ið eru ørir, streyma inn í handlar og skræða vørur av hyllunum. Søluátøk og lýsingar sum tær hjá Black Friday elva til, at fólk keypa meir, enn tey í veruleikanum hava brúk fyri. Hetta letur upp dyr til trupulleikan, ið er ótilvitað ovurnýtsla.

Lýsingar eru ein liður í søluketuni, og tí er tað týdningarmikið, at tær verða skipaðar regluliga. Vit skilja longu, at keypsvanar okkara verða ávirkaðir av lýsingum. Tað er millum annað ikki lógligt at reklamera við sigarettum, tí at mann ikki vil eggja fólki at keypa vøruna. Lýsingar eru miðilin millum fyritøkur og kundan, og tær eru gjørdar við sálarfrøðini hjá menniskjanum í huganum. Tískil kann tað vera torført at ikki lata seg lokka, bæði tilvitað og ótilvitað, tá ið túáhaldandi sær lýsingar. Skulu hesar lýsingar sleppa at fáa okkum at keypa ov nógv enn nóg mikið? Er hetta etiskt rætt, at tær hava til endamáls at ávirka okkum?

Ávirkanin hetta hevur á náttúruna gerst týðiligar og týðiligari; framleiðsla, sum hon er nú, er ikki burðardygg. Tá ið vørur verða (hóp)framleiddar, ávirkar hetta jørðina og hevur tískil avleiðingar fyri okkum øll. Mong av evnunum, ið verða nýtt, klárar jørðin ikki at vera fyri uttan. Tað er tískil okkara egna ábyrgd at minka um ovurnýtsluna, ið er blivin ein partur av okkara gerandisdegi. Vit skulu gagnnýta tilfeingið, ið longu er brúkt, og samstundis røkja og varðveita tað. Er tað ikkiórættvíst av okkum at nokta komandi ættarliðum somu tilveru og samband við náttúruna, ið vit enn hava? Støðan mábroytast. Enn er langt eftir á mál, og um vit bara halda fram, sum vit gera nú, verður støðan bara verri.

Ein dagur kann ikki bjarga heiminum, men kunnu vit ikki siga, at White Monday er ein góð byrjan til at broyta okkara vanar og hugburð?

Eitt tað fyrsta, sum tú kanst gera, er at lata vera við at lata teg freista av Black Friday tilboðum, hóast hetta kann vera trupult. Tú kanst umframt bera boðskapin víðari við at til dømis leggja eina mynd út á miðlarnar av tær og/ella øðrum viðeinum skelti, ið er frámerkt við einum #whitemonday og samstundis nýta #whitemonday sum heiti til uppslagið. Av tí at hetta átakið er so nýtt, eru tíverri ikki nógv, ið kenna til tað, serliga ikki í Føroyum, men vit kunnu í felag bera boðskapin fram og soleiðis gera mun!

Guðrið, Meina og Silja úr 17e
15.11.19