Tíggju frisørar fingið prógv

2. mars 2018

Hósdagin 1. mars 2018 var hátíðarhald á Glasi, har sveinar innan hárfríðkan á deildini List & skapan fingu prógv. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og takka teimum fyri árini her á Glasi. Somuleiðis takka vit lærumeistarum teirra fyri samstarvið.

Tær, ið fingu prógv, eru – frá vinstru á myndini:

Hanna á Brúgv, Jóna Eliassen, Súsanna Thorsteinsson, Anita Djurhuus, Ann E. Mikkelsen, Lisa J Niclasen, Sonya E. á Argjagarði, Hjørdis Nesá, Sarah I. Bjarkadóttir Jensen og Erna Svalbard.