TILBÚGVINGARÆTLAN

Á Glasir eru um 1.500 næmingar og lesandi og 250 starvfólk. Við so nógvum fólkum á einum stað er alneyðugt, at trygdin er í lagi. Tað merkir, at okkara máti at arbeiða við trygd skal endurspeglast í okkara atburði. Trygdarskipanin er ryggurin í arbeiðinum við trygdini  – men ongin skipan er fullgóð uttan at fólkini á staðnum kenna hana, fylgja henni og vita, hvussu onnur kunnu seta seg inn í hana.

Vit skulu arbeiða skipað og miðvíst við trygdini á Glasi, og skúlin skal liva upp til eitthvørt lógarkrav innan trygd.

Vit ganga høgt upp í fyribyrging við at útbúgva okkara starvsfólk væl innan trygd.

Okkara tilbúgvingarætlan er partur av trygdarskipanini á Glasi. Vónandi verður hon væl móttikin. Lat okkum vóna, at vit við henni so vítt gjørligt kunnu fyribyrgja, at óhapp henda – soleiðis, at helst ongantíð verður neyðugt at seta ætlanina í verk. Her sæst ein stutt útgáva av tilbúgvingarætlanini, sum næmingar og lesandi skulu duga og verða kunnað um. Somuleiðir er ein stuttur kunningarfilmur um tilbúgvingina at síggja her.

TILMÆLI UM KORONA

HERÐA SMITTUFYRIBYRGING – dagført 06. september 2021:

Leiðslan á Glasi heitir á starvsfólk, næmingar og lærlingar, foreldur teirra og avvarandi annars um at vera serliga varin komandi tíðina. Vit heita á øll á Glasi um at halda frástøðu, at spritta væl og hava høgt reinføri – bæði hvør sær, í floksstovunum og á Glasi sum heild. Fylgi boðum um smittufyribyrgingandi átøk og leiðregur, sum eru at síggja á kunningarskíggjum, í uppsløgum og í teldupostum. Um starvsfólk, næmingur ella lærlingur fær sjúkueyðkenni, skal hon ella hann halda seg heima og lata seg kanna fyri Corona. Niðanfyri síggjast tilmælini, sum skulu haldast komandi tíðina

LEIÐREGLUR, IÐ SKULU HALDAST:

  1. Vaskið hendur: Hendurnar skulu vaskast ella sprittast, tá vit koma inn á skúlan, tá vit fara inn í skúlastovur, tá vit fara úr stovunum, og annars við jøvnum millumbili.
  2. Haldið frástøðu: Vit skulu halda okkum í minsta lagi ein metur frá øðrum, bæði tá vit eru í undirvísingarstøðu, tá vit ferðast í bygninginum og tá vit sita ella eru saman í øðrum høpi.
  3. Avmarkið samband: Vit skulu hava minst møguligt samband millum ymiskar bólkar á skúlanum, eitt nú millum ymsar flokkar, árgangir, breytir og ymsar starvsfólkabólkar. Gevið hesum gætur, serliga í steðgunum ella tá ið vit ferðast í bygninginum.
  4. Haldið tykkum til høgru: Ferðing í bygninginum skal avmarkast mest møguligt. Vit skulu halda okkum til tey øki, vit skulu virka ella arbeiða í. Tá ið vit ganga í bygninginum, skulu vit halda til høgru.
  5. Haldið skúlastovurnar rudduligar: Vaskifólkini hava munandi øktar arbeiðsbyrðar vegna korona. Her skal sprittast av og gerast reint í væl størri mun enn vanligt. Tí mugu vit øll gera okkara og halda stovurnar rudduligar, so vaskifólkini kunnu gera tað, tey skulu.
  6. Brúkið sprittið, men ikki flyta tað: Spritt verður í hvørjari stovu og á ávísum støðum í almennu økjunum. Nýtið sprittið dúgliga, men ikki flyta sprittdunkar ella sprittautomatir. Gerið vart við, um sprittdunkar vænta.
  7. Um tú hevur sjúkueyðkenni, ver heima ella far beina leið heim. Skriva ella ring til lestrarvegleiðrara tín, tá tú ert komin heim.

NÝGGJ TILMÆLI UM FYRIVERNI EFTIR UTTANLANDSFERÐIR

Tað er umráðandi, at vit á Glasi framhaldandi eru varin, tá fólk, sum hava verið uttanlands, koma á skúlan. Her er hetta galdandi:

Tey, sum eru liðugt koppsett og sum hoyra til skúlan, kunnu koma til arbeiðis ella í skúla. Tey eiga tó, eins og øll onnur, at lata seg kanna annan dagin eftir komu til landið
Tey, sum eru liðugt koppsett, men sum ikki hoyra til skúlan, eiga ikki at koma á Glasir fyrr enn negativt svar er komið eftir kanning annan dagin eftir heimkomu
Øll onnur eiga ikki at møta á skúlanum fyrr tey hava fingið negativt svar efti kanningina annan dagin eftir komu til landið