Onki úrslit

Glasir

  1. Events
  2. Glasir

Views Navigation

Event Views Navigation

Today

STROYMDUR FYRILESTUR Á GLASI 23/10: “TÍTT INNARA LÍV VIÐ MILLIÓNUM AV BAKTERIUM”

Glasir

23. oktober kl. 18 verður forvitnisligur náttúruvísindaligur fyrilestur stroymdur beinleiðis av Aarhus Universiteti. Oluf Borbye Pedersen, professari í genom-gransking á Keypmannahavns Universiteti, fer at halda fyrilestur um bakteriur. Leiðbeining til rúmið, har fyrilesturin verður stroymdur, verður við høvuðsdyrnar á Glasi. Sum nú er verður fyrilesturin ikki darvaður av arbeiðinum, sum hevur seinkað skúlabyrnanini eftir heystfrítíðina

Opið hús á Glasi

Hósdagin 29. november bjóða vit øllum starvsfólkum, næmingum og vinfólkum, foreldrum og avvarandi teirra til opið hús á Glasi. Tit kunnu síggja bygningin og tað, sum næmingarnir í ymsu lærugreinunum innan list og skapan arbeiða við og hava framleitt. Fakini, sum eru við, eru: Klædnaatstøði Hár Tilvirkan Miðlakunnleiki Leiklist Foto Myndlist Tónleikur Tónleikatøkni Tiltakið er frá […]

Bind og les …

Lær at binda hosur - ella bint okkurt, sum tú hevur hug til - og lán eina góða bók við heim. Manglar tær eina heita jólagávu og eina góða bók á náttborðinum? Fram til jóla fara vit at hittast við stokkum á bókasavninum í døgurðatímanum mikudagar í makaðari viku. Um tú vilt læra at binda hosur, tak so 5 stokkar […]

Georg Mohr-kappingin 2021

Fyrra umfar í Georg Mohr-kappingini verður hendan dagin. Seinna umfar verður 11. januar 2022. Georg Mohr-kappingin er donsk kapping í støddfrøði á miðnámsstigi, sum næmingar á Føroya Studentaskúla hava luttikið í í fleiri ár. Les um Georg Mohr-kappingina her. Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Mortan Janusarson Thomsen (mjt@glasir.fo).

Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.