Framsýning verður komandi vikurnar í glasmontrum á 4. hædd á Glasi. Framsýningin er av tí, sum Tilvirkið hevur evnað úr laksaskræðu. Tey lesandi hava sjálvi garvað og litað. Hetta arbeiðið tók tvær vikur.
Tey hava síðani í tríggjar vikur seymað taskur og pungar úr laksaskræðu og seymað úr øðrum tilfari og brúkt laksaskræðu til pynt.
Møguleikarnir eru nógvir, og tey á Tilvirki hava valt at vísa, hvat laksaskræða eisini kann brúkast til.
Framsýningin stendur frammi komandi tvær vikurnar.