Næmingar á tilvirkisatstøði hava seinastu dagarnar garvað seyðaskinn.
Fyrst av øllum vórðu skinnini saltað. Vikuna eftir heystferiuna var so farið undir at vaska skinnini.

Skinnini skuldu vaskast so væl, at vatnið skuldi vera klárt.

Síðani vóru skinnini skavað rein og nosslig.

Næsta stig var at leggja skinnini í eitt Alún-bað, fyri at tey skulu halda sær. Her kunnu tey eisini litast.

Skinnini skuldu síðani skolast og leggjast at turka.

Tá skinnini vóri turr skuldu tey mýkjast og kembast.