Yrkisnám 3 á timbur var herfyri í Nólsoy og vitjaði bátasmiðin Guðmundur Sjúrðarson Norðbúð.

Forvitnisliga hurðin til bátahøllina hjá Guðmundi er úr kjarnuviði av norskari furu. Stóru hurðahongslini hevur Guðmundur sjálvur sniðgivið og sveisað saman.

Hugt varð eisini eftir deksbátinum (sluppunganum) “Ólavur”, sum Guðmundur umvælir. “Ólavur” er úr Vestmanna.

Eisini varð hugt eftir nýggja savninum hjá Ova Joensen, sum stendur í gerð. Tað sær ógvuliga lovandi og vakurt út sum er, og skal ætlandi vera liðugt til jóla.

Niðanfyri eru myndir frá túrinum.