Vit spæla øll onkran leiklut – alla tíðina. Vit gera ikki altíð sjálvi av, hvør okkara leiklutur er, men vit sleppa ikki undan. Vit kunnu broyta leiklut, royna at ávirka okkara leiklut, taka okkara leiklut. Onkuntíð ber til at venda orðinum, og heldur enn at leika ein lut kunnu vit lutaleika. Spæla lutaleik. Dámar tær at spæla lutaleik – ella “rolluspøl”, sum vit oftast kalla tað? Vit eru fleiri her á Glasi, sum antin spæla lutaleik, hava spælt lutaleik, ella hava áhuga fyri at spæla lutaleil. Tí stovna vit nú eitt lutaleiksfelag fyri næmingar og lesandi á Glasi. Stovnandi fundur verður:
Á BÓASAVNINUM Á GLASI
MIKUDAGIN 20. MARS KL. 13:45

Dungeons & Dragons er klassikarin. Vit byrja har – við leikbókum og spælileiðbeiningum, sum vit fáa til taks frá skúlanum. Tær nýtist ikki at vera roynd/ur spælari. Vit hava royndar spælarar, sum syrgja fyri, at lutaleikurin gongur … sum eitt spæl.

Fyriskipari og stigtakari er Jákup Joensen Eskildsen.