Tøkni: Stempulltrekk og sveinastykki

4. oktober 2021

Nógvur aktivitetur er á verkstøðunum á Glasi fyri tíðina. Í dag var ein hugfarslig løta í stóru høllini, sum húsar fleiri av verkstøðunum. Har fóru maskinlærlingar á 3. skúlaskeiði á Glasi í holt við at trekkja stempul á stóra motorinum á verkstaðnum á Glasi.  Teir tóku eitt av stemplunum – ella ein strokk, ein sylindara – upp, eftirkannaðu, gjørdu klárt og settu motorin í gongd. Og jú, tað gekk, sum
tað skuldi, segði ein nøgdur Gunnbjørn Joensen, sum er lærari í maskinfakkinum á Glasi.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Samstundis fóru fýra lærlingar á timburverkstaðnum undir at fyrireka sveinastykki, sum skulu vera liðug fríggjadagin í næstu viku. Full hugsavnan og gott (handa)lag á Glasi í dag.