Altjóða dart-kapping verður á Glasi í vikuskiftinum.
Dartsamband Føroya skipar í vikuskiftinum fyri altjóða dart-kappingini Tórshavn Open 2022, og staðsetingin er onga aðrastaðni enn beint her hjá okkum á Glasi. Ítrottarhøllin verður karmurin hesa stóru kappingina, har bæði útlendskir og føroyskir luttakarir verða við. Spenningurin verður í hásæti, tá føroyingarnar sleppa at royna seg ímóti yrkis dartspælarum frá útlondunum.
Tann sonevnda “upphitingar-kappingin” byrjar longu fríggjakvøldið kl. 19.00, meðan høvuðskappingar verða leygardag og sunnudag.
Úti í atrium verður høvi at fáa sær okkurt at drekka og eta – og at fylgja við teimum avgerandi dystunum á stórskíggjanum.
Fyri tey sum eru áhugaði at uppliva slíka kapping, kunnu lesa meira um tað her.
Annars sær skráin fyri kappingina soleiðis út: