Hetta er tíðin, tá ið pisurnar verða floygdar á Glasi. Hósdagin 13. juni fekk fyrsta pisan húgvuna á høvdið.
Hetta var Tóta Búadóttir úr 21m á Búskaparbreytini.
Familja og vinir tóku ímóti Tótu, tá hon kom av síðstu próvtøkuni, og pápin gav henni húgvuna á høvdið.
Una Joensen, rektari á Glasi, ynskti eisini Tótu til lukku. Sum fyrsta pisa, fekk Tóta eisini heiðurin at vinda Merkið á stong á Glasi við góðari hjálp frá Gregori Hentze, húsavørði á Glasi.
Vit ynskja Tótu og øllum øðrum á Glasi, sum fáa prógv í hesum døgum, hjartaliga til lukku.
Niðanfyri eru nakrar myndir og eitt sjónband frá fagnarløtuni.


