Mikudagin 25. august savnast umleið 1.400 næmingar, lærlingar og lærarar í høllini á Hálsi til trivnaðardag. Evnið, sum verður viðgjørt á degnum, er ‘rúsevni og rúsevnismisnýtsla’. Á skránni eru m.a. framløgur, fyrilestrar, pallborðskjak, filmssýning og tónleikur. Allir næmingar á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi møta á Hálsi kl. 08:00, og dagurin endar kl. 15:25.

Fyri at órógva ferðsluna á Hálsi sum minst mikumorgunin, heita vit á næmingar og lærlingar okkara um ikki at hava egnan bil við, og, um tey mugu hava bil við, at nýta parkerinsmøguleikarnar í økinum kring Gundadal. Tey, sum seta fólk av, skulu ikki koyra niðan til høllina á Hálsi uttan so, at talan er um rørslutarn. Vaktir vera á økinum at fáa ferðsluna at glíða, og fTórshavnar Kommuna og politiið eru kunnað um tiltakið.