Fyrrapartin mikudagin 25. november verður casting her á Glasi. Tað er føroyska krimisendirøðin TROM, sum leitar eftir leikarum – føroyingum eins og útlendingum – til fleiri fjølbroyttar leiklutir. Talan er um bæði føroyskar leiklutir, sum telja fleiri enn 30 í tali, e ins og nakrar útlendskar. Leitað verður eftir fólki í øllum aldursbólkum – ungum sum gomlum.

Tað er ikki eitt krav at hava royndir sum sjónleikari fyri at bjóða seg fram.
Upptøkurnar verða gjørdar í Føroyum í tíðarskeiðnum frá mars til juni 2021. Føroyska framleiðslufelagið Kykmyndir stendur saman við danska REinvent Studios fyri framleiðsluni av sendirøðini, ið Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við støði í kendu krimibókunum hjá Jógvani Isaksen, um rannsakandi miðlamannin Hannis Martinsson.

Leiklutirnir, sum tey serliga leita leikarum til her á Glasi, eru serliga hesir:

Kvinna, 25 ár
Ung, arbeiðssom, ágrýtin kvinna, ið setur høg krøv til sín sjálvs og er øgiliga ambitiøs.

Ungur maður 1, 17 ár
Ungur, rastleysur maður, ið hevur ringt við at stýra sær til tíðir og hava tamarhald á sær sjálvum.

Ungur maður 2, 17 ár
Buldrasligur fýrur, sum drekkur eitt sindur for nógv – ofta mitt í viku

NÆR OG HVAR:

Castingin fer fram í steðginum kl. 09:40 og matarsteðginum.

Tvey fólk, Rannvá Jónsdóttir og Andrias Høgenni, verða at hitta við kassarnar á 4. hædd og koma eisini at ganga runt á 3. og 4. hædd at leita eftir møguligum leikarum.