Í dag kl. 14 varð stór trygdarvenjing sett í gongd á Glasi. Endamálið við venjingini, sum er fyriskipað saman við Tórshavnar Sløkkiliði, Løgregluni og ANSNI Tilbúgving, er at royna tilbúgvingarætlan og trygdarskipanir á Glasi í verki.

Venjingin umfatar ymiskar tættir. Ein av hesum er at eftirkanna, hvussu langa tíð tað tekur at fáa øll fólk úr bygninginum og at savnast á avráddum stað. Nú venjingin er liðug verður hon eftirmett saman við løgregluni, Tórshavnar Sløkkiliði og ANSNI Tilbúgving. Úrslitið av eftirmetingini verður síðani viðgjørt í Trygdarbólkinum á Glasi, sum síðani tekur støðu til, hvørjar broytingar og ábøtur skulu gerast í Trygdarskipanini.

Glasir