Á Glasir eru um 1.500 næmingar og lesandi og 250 starvfólk. Við so nógvum fólkum á einum stað er alneyðugt, at trygdin er í lagi. Tað merkir, at okkara máti at arbeiða við trygd skal endurspeglast í okkara atburði. Trygdarskipanin er ryggurin í arbeiðinum við trygdini – men ongin skipan er fullgóð uttan at fólkini á staðnum kenna hana, fylgja henni og vita, hvussu onnur kunnu seta seg inn í hana.
Vit skulu arbeiða skipað og miðvíst við trygdini á Glasi, og skúlin skal liva upp til eitthvørt lógarkrav innan trygd.
Vit ganga høgt upp í fyribyrging við at útbúgva okkara starvsfólk væl innan trygd.
Okkara tilbúgvingarætlan er partur av trygdarskipanini á Glasi. Vónandi verður hon væl móttikin. Lat okkum vóna, at vit við henni so vítt gjørligt kunnu fyribyrgja, at óhapp henda – soleiðis, at helst ongantíð verður neyðugt at seta ætlanina í verk. Her sæst ein stutt útgáva av tilbúgvingarætlanini, sum næmingar og lesandi skulu duga og verða kunnað um.