Í dag er staðfest, at tveir næmingar á 2. árgangi á gymnasialum miðnámi eru testaðir positivir fyri COVID-19. Landslæknin hevur tikið neyðugu stigini og tekur sær av at seta fólk í heimauppihald. Á leinkinum her sæst meira um skilmarkingarnar millum sóttarhald, avbyrging og heimauppihald.
Her á Glasi eru neyðugu stigini tilkin til at tryggja, at øll, sum hava verið í sambandi við hesar báðar næmingarnar, eru heima. Øll tey, sum onkusvegna kunnu setast í samband við hesar næmingar, eru kunnað um støðuna.
Við teimum tiltøkum, sum vit hava tikið her á Glasi, metir landslæknin avgjørt at bundið er um heilan fingur í hesi støðu. Landslæknin metir tað vera ósannlíkt, at vandi er fyri, at smittan hevur spjatt seg víðari. Vit fylgja støðuni neyvt og kunna, um broytingar eru í støðuni.
Um spurningar ella ivamál eru, kunnu næmingar og lærlingar venda sær til lestrarvegleiðara sín, meðan starvsfólk kunnu venda sær til avvarandi deildarleiðara.