Fjølmentanarvikan setur sín dám á Glasir hesa vikuna, eisini á bókasavninum.

Mánadagin høvdu næmingar møguleika fyri at hoyra upplestur á týskum.

Heilt fitt av næmingum og lærarum høvdu leitað sær niður í bókasavnið í døgurðatímanum.

So meðni tailendskur matur var at fáa í kantinuni, kundi týskt hoyrast á bókasavninum. Hetta er eisini fjølmentan.

Hósdagin 25. oktober verður møguleiki at hoyra upplestur á sponskum á bókasavninum.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá tiltakinum mánadagin.