Í døgunum13. – 17. november vóru tveir næmingar, Rosely og Mayshel úr F2, og Janus Norðberg, lærari á Glasi í Marknagili, í Estlandi á Nordplus ráðstevnu.

Hetta er ein afturvendandi ráðstevna, har næmingar og lærarar á miðnáms yrkisskúlum úr Sviaríki, Finlandi, Litava, Letlandi, Estlandi og Færoyum hittast upp á skift í teimum ymisku limalondunum. Endamálið er at hittast og blanda bólkar við næmingum úr teimum ymisku londunum, sum so gera og leggja fram eina lítla verkætlan, sum tey sleppa at arbeiða við í ein dag ella so. Enskt verður nýtt sum felags mál í øllum samskiftinum hjá luttakarunum á ráðstevnuni.

Okkara estlendski samstarvsfelagi er ein sera númótans miðnámsskúli í Viljandi, sum liggur góðar tveir tímar eystanfyri Tallinn, sum er høvuðstaðurin. Býurin er uml. 20.000 íbúgvar til støddar og hevur allar nútímans tænastur til borgararnar. Tó síggjast í støðum leivdir av gamla Sovjetsamveldinum. Her hugsa vit serliga um snið av gøtum og byggistíli, sum virkaði eitt sindur klossut og lítið tiltalandi, um man so kann siga.

Annars eru fleiri størri arbeiðspláss sett á stovn í býnum, síðani landið bleiv sjálvstøðugt, aftan á at hava verið partur av Sovjetsamveldinum síðani krígslok á 2. veraldarbardaga. Serliga eru tað sviar, sum hava sett deildir av verandi virkjum á stovn ella stovna nýggj virkir her. Óivað eru tað sámuligu grundøkjaprísir saman við einari relativari lágari tímaløn, sum ger tað áhugavert at gera íløgur á staðnum. Tað er tó ein stórur partur av fólkunum í Estlandi, sum tekur miðnám og hægri lesnað, so landið er væl fyri í so máta. Fjøldin er væl upplýst, dugur væl enskt ella onnur fremmandamál og sær positivt upp á framtíðina. So høga útbúgvingin er óivað eisini ein av orsøkunum til stóru íløgurnar uttaneftir.