Fríggjadagin verður Ungt Virki aftur á breddanum – og hesuferð er Glasir vertur fyri vælumtøktu ungdóms kappingina.
Í ár luttaka heili 26 bólkar við tilsamans 100 næmingum, sum koma úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnámi á Kambsdali og Glasi í Tórshavn. Tey ungu hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat hava tey fingið royndir í, hvat skal til fyri at stovna og reka egna fyritøku.
Í nógv ár hevur tiltakið verið hildið á Torginum í SMS, og tað hevur roynst stak væl. Í ár er avgerð tó tikin um at royna nakað nýtt, tí í ár verður tiltakið fyri fyrstu ferð hildið á Glasi. Tiltakið byrjar kl. 9.30 og endar kl. 16, tá vinnarin verður kosin. FM-vinnarin umboðar Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn síðst í apríl, har tey 42 bestu liðini úr kongaríkinum fara at dystast um besta hugskotið.
Skráin er at finna her.
Tað verða sjey dómarar úr føroyska vinnulívinum, sum koma at meta um hugskotini og geva bólkunum afturmeldingar um teirra hugskot og framløgur.
Sum tey flestu hava lagt merki til, so eru tey í ferð við at seta básarnar upp á 3. hædd og í atrium, og fyrireikarnir vænta nógv fólk til tiltakið fríggjadagin. Tit skulu sjálvandi øll verða vælkomin at verða við og stuðla tykkara yndis ungmanna fyritøku.
Í fjør var tað jú næmingar á Glasi, ið vunnu Ungt Virki við verkætlanini “Rávan”, sum snýr seg um at framleiða føroyskt pesto úr ókrúti. So man kann siga, at vit hava eitt meistaraheiti at verja 😉