Ungt Virki á Kambsdali var ein brakandi succes, og teir gott 40 Glasir-næmingarnir vóru sera glaðir fyri dagin.
TARAS frá Tekniska Skúla í Klaksvík vann Ungt Virki
Tað var ein spentur rektari, sum tók ímóti einari fúsari fjøld av ungum íverksetarum fríggjamorgun, tá Miðnám á Kambsdali var karmur um eina spennandi og læruríka íverksetarakapping.
Teir níggju dómararnir úr føroyska vinnulívinum gjørdu seg til reiðar til ein drúgvan og innihaldsríkan dag, har teir skuldu meta um 16 verkætlanir hjá 54 næmingum úr Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali og Glasi. Verkætlanirnar skuldu nú standa sína roynd – bæði sum framsýningar, settar upp á básum, framløgum fyri øllum í auluni og at enda samrøðum við dómararnar.
Høvuðsdómarin, Regin W. Dalsgaard, vísti í dómsrøðuni á fleiri rák, sum í serligan mun tykjast at merkja virkishugin hjá ungu og evnaríku íverksetarunum.
“Stuttflutt, burðardygd, nýnýtsla, heimsmál, altjóða marknaðir og pengar. Tað er yvirskriftin her á Kambsdali í dag. Tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv tit ungu hugsa um júst hettar, tí tað er nevnliga sera týdningarmikið, og tað er vorðið krav, um ein skal klára seg í vinnuni í dag.”
Stívilsi úr føroyskum tara
Vinnarabólkurin, TARAS, hevur arbeitt við eini sannførandi verkætlan, ið tekur støði í burðardyggari framleiðslu av stívilsi úr føroyskum tara – m.a. til fóðurframleiðslu til føroysku alivinnuna.
Úr dómsrøðuni: ”Vinnarin av Ungt Virki í 2023 er ein fyritøka sum hevur stýr uppá alt. Tey klára at nøkta ein tørv og klára at gagnnýta eitt tilfeingi, sum vit hava nokk av.[ ] hendan verkætlanin kann prógva okkum at blíva burðardygg – ikki bara umhvørvisburðardygg, men fíggjarliga burðardygg.”
Teir, ið manna TARAS, eru Olaf á Grønastøð, Kári Johannessen, Rói Reinert Hansen og Silas Gaard(væntar á myndini) – allir næmingar á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Sostatt kemur TARAS at umboða Føroyar í finaluumfarinum í Keypmannahavn 26. apríl, har 42 bestu liðini í Ríkinum fara at dystast um besta hugskotið. Anna Eystberg Hofgaard úr Betri handaði bólkinum høvuðsvinningin á 5.000 kr.
Nummar tvey gjørdist bólkurin, BEHR, sum framleiða smáar stílfullar mótataskur úr endurnýttum súkkluslangum. Tey, ið mynda BEHR, eru Rósa Maria Hansen, Bjørt Kruse Staksberg, Eydna Eliasen og Hildebet Hansdóttir. Tær ganga allar fýra á Glasi. P/F Varðin stuðlaði nr. 2 við 1.500 kr.
Nummar trý gjørdist bólkurin, Kloddi, sum framleiða ullklæddar puffar úr gomlum bildekkum og endurnýttum føroyskum troyggjum. Tey, ið mynda Klodda, eita Lilja Haraldson Blaasvær, Símun Kárason Nilssen og Liam Saxov(væntar á myndini). Tey ganga øll trý á Glasi. P/F Vónin stuðlaði nr. 3 við 1000 kr.
Í dómsnevndini sótu:
1. Regin Dalsgaard (Thetis) – høvuðsdómari
2. Óli Kristian á Torkilsheyggi (Navia)
3. Sóley Hammer (Hugskotið)
4. Elsa Maria Magnussardóttir Olsen (Íverksetarahúsið)
5. Rói Poulsen (Nema)
6. Anna Eystberg Hofgaard (Betri)
7. Ragnar O. Sundstein (LookNorth)
8. Suni Justinussen (JT-Electric)
9. Eyðvør Berg (Berglon)