Næmingar, sum vunnu Ungt Virki, vóru í gjár heiðraðir á Glasi, har Magni á Lakjuni handaði vinnandi bólkunum gávubrøv. Bólkarnir ÖDN, Mýla og Eydis sýndu vørur fram, og næmingarnir greiddu frá teirra virkishugskotum og arbeiði í Ungum Virki. Næmingarnir, sum hava luttikið í Ungum Virki, ganga á Búskaparbreytini og FHS (Fyrisiting, handil og søla).

Vinnandi bólkurin ÖDN hevur sniðgivið og framleitt regnjakkar og taskur úr endurnýttum teltum, og Mýla, sum gjørdist nummar tvey, framleiðir og selur sera vælsmakkandi og heilsugott fiskakips. Bólkurin Eydis hevur sniðgivið eina tasku við ymiskun brúksmøguleikum í samstarvi við næmingar á Tilvirkisatstøði. Felags fyri næmingarnar, sum hava luttikið í Ungum Virki í ár er, at tey øll hava lagt dent á  burðardygd og nýnýtslu.

Í sambandi við at næmingarnir á Glasi hesa vikuna arbeiða við verkætlanum, har evnið er “Menniskja og náttúran”, fara bólkarnir, sum hava luttikið í Ungum Virki, at hava framsýning á 3. hædd á Glasi. Vitjandi hava eisini møguleika at tosa við næmingarnar og hoyra um teirra verkætkanir.