Bólkurin Ràvan av Glasi vann ungt virki 2020. Mikudagin 22. apríl kl. 10 leggja tey fram í donsku finaluni í íverksetan. Til ber at fylgja framløguni, sum er ein av áleið 40 framløgum í DM-finaluni, har tær í Rávuni kappast við 150 næmingar í Danmark. Framløgurnar verða stroymdar her.

Í bólkinum Rávan eru Sólvá Magnadóttir, Maria Eriksen og Tóra Mouritsen. Sanna Niclasen og Hansa Holm eru ráðgevarar.

Dómararnir høvdu hesar viðmerkingar til Rávuna:

“Vinnarin er virkið sum hevur havt fokus á at gagnnýta rávørur, sum vanliga vera sæddar sum burturkast. Tey hava sæð ein gyltan møguleika at framleiða eina serstaka føroyska vøru, har burturkast er berandi parturin.
Umframt at hava eina lidna vøru sum man kann royna her í dag. Hava tey kannað møguleikarnar fyri samstarvi við stórar aktørar fyri at menna vøruna enn meira.
Tá ið dómararnir spurdu um mann hevði hug at eta sýrur, geitarkál og hømiliur. So søgdu tær, at tað var nemmliga tað tær vildu broyta – at fáa okkum at hugsa nýtt.
Føroyingar hava eina ovurstóra mongd av urtagarðsburturkasti árliga, sum alt verður brent. Hetta elvir til stórt CO2 útlat. Men tey hava sæð møguleika at gagnnýta hesa rávøru til vælsmakkandi Pesto.”