Nú kunnu áhugaði bjóða uppá at reka Skúlaheimið í Marknagili á leið seks vikur um summarið, árini 2020-2024. Leigutíðarskeiðið er frá skúlaársenda til stutt fyri skúlaársbyrjan – á leið frá 1. juli til 10. august. Skúlaheimið kann til t.d. leigast út til ferðafólk, gisting og ból og bita. Freist at geva boð er 26. august.

Útboðstilfarið er tøkt sum PDF her.

KØMUR, KØKUR OG MATSTOVA

Skúlaheimið, sum varð tikið í brúk í 1976, er umvælt í 90’unum og er í hampuligum standi. Á Skúlaheiminum, sum er í fýra hæddum umframt kjallara, eru 49 tveymannskømur, sum eru 12 m2 til støddar. Lítil gongd við klædnaskápum, vesi og brúsurúmi er fyri hvøji tvey kømur. Við í leigumálinum er væl útgjørdur, løggildur køkur við kulda- og frystirúmi og matstova til 130 fólk.

Skúlaheimið verður leigað út við tí útgerð, sum er i húsinum. Brúksvørur, sápa, pappír o.a. skal leigarin sjálvur útvega. Eftir leigumálið skal húsið latast aftur reint og í sama standi, sum tað var.

Tey, ið ynskja at bjóða seg fram at reka skúlaheimið um summarið næstu fimm árini – frá 2020 til 2024 – skulu senda tilboð, har ein samlaður samdøgursprísur verður upplýstur. Hesin prísur skal so faldast við talinum av samdøgrum, sum húsið er tøkt árini 2021 til 2024.

TÍÐARSKEIÐ

Skúlaheimið verður tøkt at yvirtaka til virksemi frá leygardegnum 27. juni til mánadag 10. august 2020. Tað eru 45 samdøgur. Árini 2021, 2022, 2023 og 2024 verður dagatalið á leið tað sama, men skúlaársendi og skúlabyrjan kunnu liggja ymiskt.

TILBOÐ

Tilboð skulu upplýsa ein samdøgursprís fyri leigu av øllum húsinum – tvs. tey 49 kømrini, køk og matstovu – fyri fyrsta árið, 2020. Hesin prísur skal galda fyri øll 45 samdøgrini, sum húsið er tøkt til útleigan í 2020. Sáttmáli verður gjørdur við tann, sum í einari samlaðari meting av prísi og royndum verður mettur at verða best skikkaður at røkja uppgávuna.

FREIST AT SENDA TILBOÐ

Tilboð kunnu sendast til skulaheimid@glasir.fo, og skulu vera inni í seinasta lagi 26. august 2019.

FÁ MEIRA AT VITA

Um tit vilja vita meira eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Arna Clementsen, skúlaheimsleiðara, við at senda teldupost til arc@glasir.fo.