Nú kunnu áhugaði bjóða uppá at reka Skúlaheimið í Marknagili á leið seks vikur um summarið, árini 2025-2027. Leigutíðarskeiðið er frá skúlaársenda til stutt fyri skúlaársbyrjan – á leið frá 1. juli til 10. august. Skúlaheimið kann t.d. leigast út til ferðafólk, gisting og ból og bita.
KØMUR, KØKUR OG MATSTOVA
Skúlaheimið varð tikið í brúk í 1976, og er umvælt í 90’unum. Tað er í hampuligum standi. Skúlaheimið er í fýra hæddum umframt kjallara. Har eru 49 tveymannskømur, sum eru 12 m2 til støddar. Lítil gongd við klædnaskápum, vesi og brúsurúmi er á hvørjum kamari.
Sum partur av leigumálinum er væl útgjørdur, løggildur køkur við kulda- og frystirúmi og matarsalur til 130 fólk.
Skúlaheimið verður leigað út við tí útgerð, sum er i húsinum. Brúksvørur, sápa, pappír o.a. skal leigarin sjálvur útvega. Eftir leigumálið skal húsið latast aftur reint og í sama standi, sum við yvirtøku.
Tey, ið ynskja at bjóða seg fram at reka skúlaheimið komandi sumrarnar, skulu senda eitt tilboð uppá hetta, har ein samlaður samdøgursprísur verður upplýstur. Hesin prísur skal so faldast við talinum av samdøgrum, sum húsið er tøkt árini 2025 til 2027.
TÍÐARSKEIÐ
Skúlaheimið verður tøkt at yvirtaka til virksemi frá leygardegnum 28. juni til mánadag 11. august 2025. Tað eru 43 samdøgur. Árini 2026 og 2027 verður dagatalið á leið tað sama, men skúlaársendi og skúlabyrjan kunnu liggja ymiskt.
TILBOÐ
Innkomin tilboð skulu upplýsa ein samdøgursprís fyri leigu av øllum húsinum – tvs. tey 49 kømrini, køk og matstovu – fyri fyrsta árið, 2025. Hesin prísur skal galda fyri øll 45 samdøgur, sum húsið er tøkt til útleigan í 2025. Sáttmáli verður gjørdur við tann, sum í einari samlaðari meting av prísi og royndum, verður mettur at vera best skikkaður.
FREIST AT SENDA TILBOÐ
Tilboð kunnu sendast til skulaheimid@glasir.fo, og skulu vera inni í seinasta lagi 26. september 2024.
FÁ MEIRA AT VITA
Um tit vilja vita meira, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Andrias Jacoben, umsitara av Skúlaheiminum, við at senda teldupost til anj@glasir.fo ella ringja á 568010.