UWC Føroyar á vitjan á Glasi

13. januar 2022

Spennandi gymnasial útbúgving í altjóða umhvørvi

Í viku 3 (17. januar til 20. januar) koma umboð fyri UWC Føroyar inn í allar flokkar, sum eru á 1. árið í einari GM útbúgving, at kunna um Red Cross Nordic United World College. Kunningin fer fram í 2. ella 3. blokki.

Umboðini fyri UWC fara at kunna tykkum um United World College í Noregi (uml. 100 km. norðan fyri Bergen), og um møguleikan at søkja inn á skúlaárið sum byrjar august 2022. Les meira um skúlan á: www.uwcrcn.no

Tíðarætlan:
21. februar verður umsóknarumfarið lýst í fjølmiðlunum.
10. mars er seinasta umsóknarfreist.
21. mars verða upptøkusamrøður við umsøkjarar.

SÍGGJAST!