23. februar var opið hús á Glasi, har kunnað varð um útbúgvingarmøguleikar, nú søkjast kann inn á gymnasialt miðnám og yrkisnám.

Eini 600 fólk – ung og avvarðandi – vóru møtt til tiltakið, sum umframt kunning eisini bjóðaði tónleika- og sjónleikaframførslu frá Glasir næmingum.

Til ber at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar á Glasi í útbúgvingarfaldara okkara, sum er tøkur her.

Til ber at søkja inn á Glasir umvegis Vangan hjá Undirvísingarstýrinum við at fylgja hesari slóðini.