Gott 250 næmingar og starvsfólk vóru savnaði til tiltakið um forsetavalið í USA í Atrium týsdagin 5. november. Fakbólkurin í samfelagsfrøði og næmingaráðið eru væl nøgd við undirtøkuna.

Tiltakið byrjaði við fakligum brellbitum, har samfelagsfrøðilærarar greiddu frá valskipanini í USA, hvat Kamala Harris og Donald Trump standa fyri og hvønn týdning miðlar og politiskt samskifti hava í valstríði. Síðani hevði Beinta Løwe sera áhugavert prát við serfrøðingarnar Regin Berg og Erik Løksagarð Absalonsen um forsetavalið, har tað millum varð viðgjørt, hvønn týdning og ávirkan forsetavalið í USA hevur fyri føroyska samfelagið.

Eftir áhugaverda sofaprátið bjóðaði skúlin øllum áhoyrarum amerikanska matskrá við burgarum, kips og kola, og mac&cheese. Síðani var kvøldið brúkt til hugna og sosialisering, har tey ungu hugnaðu sær við borðspølum, ímeðan tey fylgdu við valstríðnum á stórskíggja í Atrium.

Her eru nakrar løtumyndir frá tiltakinum í dag, ið Hermann Eliassen hevur tikið.