Fakbólkurin í samfelagsfrøði á Glasi skipaði fyri spennandi valfundi í sambandi við kommunuvalið. Valfundurin var fyri flokkar og listar, ið stilla upp í Tórshavnar kommunu. Allir átta flokkar/listar luttóku til valfundin.
Umframt umboðini, ið tóku lut í pallborðskjakinum, so vóru fleiri onnur valevni fyri flokkarnar at síggja á Glasi. Longu frá morgunstundini vóru flokkarnir til staðar; onkur flokkur stóð uttan fyri høvuðsdyrnar og bjóðaði bollar til øll lesandi, ið møttu kl. 08.00. Allir flokkar/listar høvdu sett valbásar upp, so næmingar, lærlingar og starvsfólk fingu høvi til at práta við valevnini.
Fleiri hundrað næmingar, lærlingar og starvsfólk lýddu á, tá valevnini bóru fram sín boðskap til pallborðskjakið, ið orðstýrarin Rógvi Olavson leiddi. Pallborðskjakið gekk væl og fleiri áhugaverdir spurningar vóru frá áhoyrarunum.
Fakbólkurin í samfelagsfrøði er sera væl nøgdur við valfundin og takksamur fyri, at allir flokkar/listar og so nógv valevni tóku sær tíð til at koma at vitja á Glasi dagin fyri spennandi kommunuvalið.
Her eru nakrar myndir frá valfundinum.