Tað var stúgvandi fult í atrium á Glasi, tá valevnini royndu at lokka atkvøður til sín frá tí yngra ættarliðinum. Flokkarnir vóru vælumboðaðir á degnum við landsstýrisfólkum, flokksformonnum og ungum valevnum tilstaðar.

Orðstýrarnir hjá Kringvarpinum høvdu valt sær nakrar spurningar frammanundan, sum teir settu valevnunum, men tað vóru eisini spurningar úr atrium. Evnini vóru fjølbroytt – eittnú betri umstøður hjá løgregluni í Føroyum, umstøðurnar hjá sálarsjúkum, umhvørvispolitikkur, hvør hevur sett flest fyrispurningar á fólkatingið, flótandi kynsleiklutir, kensludjór, ein nýggjur havgranskingarstovnur, fosturtøka, Ísrael á fólkatinginum og Søren Pape Poulsen.

Um valevnini so megnaðu at sannføra tey ungu á Glasi um, hvar tey skulu seta krossin, verður avdúkað mánadagin 31. oktober, tá føroyingar fara á valstøðini at velja tvey umboð, sum fara at røkja føroysk áhugamál á fólkatinginum tey næstu 4 árini.