Komandi fríggjadag (28/10) verður valfundur til fólkatingsvalið 2022 í atrium. Valfundurin byrjar kl. 10.00, og av tí at hann verður sendur beinleiðis í Kringvarpinum verður heitt á øll um at møta 09.55, so øll er komin uppá pláss, tá valfundurin byrjar.
Hetta er 6. fundur í røðini hjá KVF, sum eisini vitjar hinar miðnámsskúlarnar í Føroyum hesa vikuna.
Tað er ein siðbundin fundur, har valevni kjakast og svara spurningum frá áhoyrarum. Tey, sum skipa fyri, vilja fegin hava spurningar úr salinum.
Tiltakið er fyri øll á Glasi, næmingar og starvsfólk 🙂