Foreldrakvøld

Hóskvøldið 31. januar kl. 19:00 verður vallærugreinakunning á Glasi fyri foreldrum og næmingum, sum ganga á 1. og 2. ári á gymnasialu breytunum.

Kunnað verður um breytirnar og valmøguleikarnar. Ætlanin er at næmingar leita sær kunning um uppstigan av lærugreinum og um lærugreinar, sum teir ikki hava hetta skúlaárið. Næmingar eru vælkomnir at hoyra um uppstigan av lærugreinum, sum teir hava í ár, hjá lærarunum sum teir hava.

Vallærugreinavalið skal gerast umvegis Tímaglasið áðrenn 14. februar (dagfesting verður møguliga flutt). Skipanin, tit velja í, er soleiðis skipað, at hon leiðbeinir tykkum og boðar frá, um okkurt, tit velja, ikki ber til. Somuleiðis telur skipanin tykkara samlaða tímatal saman, so tit eru vissaði í, at valini, tit gera, eru gjørlig og lúka krøvini, sum kunngerðirnar seta til ta breyt, tit ganga á.

Yvirlit yvir, hvørji val, tit kunnu gera á ávíkavist 2. og 3. ári, eru tøk fyri hvørja breyt sær í stuttum bóklingum (PDF), sum kunnu síggjast og takast niður við at trýsta á knøttarnar í høgra borði – ein fyri hvørja av breytunum – Búskaparbreyt, Hugbreyt, Náttúrubreyt og Fyrireikingarbreyt.