Góðu foreldur og avvarðandi hjá 1. árs næmingum á gymnasialum miðnámi

Í kvøld, tann 27. januar, kl. 19.00 verður kunning til foreldur og avvarandi at næmingum á 1. ári á gymnasialum miðnámi á Glasi um vallærugreinavalið. Fyri at fylgja almennu tilmælunum hjá myndugleikunum um frástøðu, verður kunningin talgild.

Skráin er samansett soleiðis, at útbúgvingarstjórin og lestrarvegleiðing kunna um útbúgvingarskipanina og vallærugreinavalið, umframt at Høgni av Skarði kunnar um sjálva skipanina, har næmingarnir skulu skráseta síni lærugreinaval.

Niðanfyri eru tær fýra framløgurnar um valini, næmingarnir á 1. ári á gymnasialum miðnámi skulu fremja. Her eru tær savnaðar í einum ‘playlista’, sum spælir tær sjálvvirkandi. Vit heita á tykkum um at hyggja eftir øllum fýra videbrotunum, tí saman fært tú alla kunningina, sum er neyðug.

Í høgra borði eru leinki til tær fýra framløgurnar sum sjálvstøðug videobrot, so tú kanst hyggja umaftur eftir onkrari av framløgunum.

Tú sært framløgurnar sum støk videobrot við at trýsta á reyðu knøttarnar í høgra borði.

Lestrarvegleiðararnir á Glasi eru til reiðar at svara spurningum og beina tær til rætta viðkomandi, um tú hevur spurningar um stakar lærugreinar. Niðanfyri eru teldupostdressur og telefonnnummur hjá lestravegleiðarunum: