Vár Berghamar Jac0bsen, sum undirvísir í leiklist her á Glasi, fekk í farnu viku handaða Barnamentanarvirðisløn Tórshavnar Býráðs 2018. Hon verður latin sama dag sum Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens. Virðislønirnar eru 35.000 kr. hvør.

Vár hevur millum annað skrivað og leikstjórnað sjónvarpsrøðina “Likkulikkuleia”, sum hon saman við ommuni úr Dali gjørdi til fólkaogn. Hon hevur eisini skrivað útvarpsleikin “Luddi og Lundisa”, leikritið til jólakalendarin og sangleikin “Jól í grannalgnum” og verið við til at geva út søgufløguna “Søguskríni”.

Í grundgevingini varð millum annað sagt, at “Vár hevur við sínum fjølbroyttu gávum og livandi hugflogi givið føroyskum børnum ein litríkari og stuttligari heim at liva í”.

Vit eru errin av Vár og ynskja henni hjartaliga til lukku.