Grátt og grønt er várið her um leiðir við mjørka og sirmi og so einstøkum sóldøgum, ið kennast undurfullir aftan á drúgvan vetur.

Aftur í ár verður Várlist á Glasi – tað er deildin fyri List og Skapan, sum hevur tiltakið hósdagin 12. mai, har ljós verður varpað á tað nógva og ymiska, sum verður gjørt á fjølbroyttu deildini. Øll eru vælkomin til tiltøk og sýningar.

Lærugreinir á List og Skapan eru: Tónleikur, tónleikatøkni, myndlist, miðlakunnleiki, foto, leiklist, dekoratión, klædnaatstøði, tilvirki og hár. Skapandi lærugreinirnar eru serligar við tað, at tær breiða seg yvir útbúgvingar á gymnasialum námi og á yrkisrættaðum námi. At hava eina skapandi tilgongd í undirvísingini er nakað heilt serligt og verður eisini gjørt aðrastaðni enn á okkara deild bæði innan náttúruvísindi og hugvísindi.

Várlist gongur fyri seg allan hósdagin við framsýningum, tónleika- og sjónleikaframførslum. Setan og upplating av myndlistaframsýningunum verður kl 15:30 á fjórðu hædd – tá verður tónleikur eisini framførdur.

  • Myndlist b sýnir fram eitt úrval av tí nógva, tey hava gjørt í ár, harímillum verða fleiri verkætlanir framsýndar. Fleiri av hesum snúgva seg um samleika og um sálarliga trýstið, sum einstaklingar kunnu kenna um at lúka tey krøv, sum samfelagið setir. T.d. hevur Óðin Marjunarson Gaard málað eina røð av semi-abstraktum málningum, sum í bjørtum litum siga ta ikki altíð so bjørtu søguna um tilveruna sum LGBT persónur í okkara samfelag.
  • Fleiri Myndlist c hold framsýna m.a. parafrasur, har næmingarnir umformulerað kend listaverk. Eisini er ein framsýning við krígsmyndum hjá 21Z.
  • Á Hárdeildini fara tey at gera ymisk spennandi hársnið á dukkuhøvd, ið verða sýnd. Eisini verða framsýndar myndir av næmingunum, har tær hava stylað hvørja aðra.
  • Næmingarnir á Klædnadeildini hava gjørt ein japanskan dreka, sum verður at síggja í atrium. Á 5. hædd hevur hitt holdið á klædna eina framsýning við føroyskum klæðum, ið tey hava framleitt.
  • Foto C sýnir fram myndir á stórskíggjanum og vísa eina myndarøð á 4. hædd
  • Tónleikur C M4ð hava framførslu kl 9.40 og Tónleikur B verður við til setanina klokkan 15.30.

Leiklistaframførslur: 

Kl 11:55 – 12:08 – í høli 401
“SKOMM”
Brot úr kendu norsku ungdómsrøðini. Leiklist C við næmingum úr 21jax

Kl 14:30 – 14:55 – í Marghøllini 108
“Rósa og Julia”
Við útgangsstøði í kenda leikinum hjá Shakespeare Romeo og Juliet. Her við einum døkkum nýskrivaðum twisti. Hetta er fyrstu ferð, at næmingar á Miðnámi í Føroyum hava havt leiklist á B-stigi. Leiklist B við næmingum úr 20abxp

Kl 15:10 – 15:25 – í Marghøllini 108
“Hevði eg bara gjørt tað øðrvísi”
Næmingarnir hava sjálvi skrivað leikin. Leiklist C við næmingum úr 21jax