Mikudagin tann 12. mai klokkan 14-16, hava vit á deildini fyri List & Skapan opið hús, har høvi verður at uppliva eitt sindur av tí nógva, sum gongur fyri seg á okkara deild. Næmingar fara at framføra sjónleik og tónleik.
Klædnaatstøðingar vísa fram søguligar kjólar, sum eru sniðgivnir við íblástri úr 1500-1900 talinum, og eru harafturat eisini tilgjørdir við røttu tátíðar arbeiðshættum.
Næmingar á Tilvirkisatstøði hava arbeitt við maskinbinding í vár og hava tilvirkað og sniðgivið eina pútu við strípum. Talan var um eina pyntipútu til eitt nú stovuna.
Næmingar innan hárfríðkan vísa síni kynstur í portrettum, ið verða framsýnd sum ein stór samvirkin vindharpa. Íblásturin til vindhørpuna er sprottin út Várframsýningini hjá Listasavninum.
Tey tvey holdini í myndlist B gera framsýning við dømum um verkætlanir, parafrasur, landslagsmálningar og uppstillingar við fruktum og blómum.
Skrá:
Kl. 14.00 Tónleikaframførsla
Næmingar: Tina Mellemgaard, Vár Eyðunsdóttir Miðberg, Elin Maria Ólavsdóttir Hansen, Ólavur Johannesson
Kl. 14.10 Kinna Poulsen, lærari í myndlist, setir várframsýningina á Glasi.
Kl. 14.30 Tónleikaframførsla
Næmingar: Olivia Sunadóttir Hansen, Elin Maria Ólavsdóttir Hansen, Ólavur Johannesson, Fríða Rein, Eyðfinn Rajani Færø
Kl. 15.00 Leiklist framførur egið verð í stovu 108: Moi et –
Næmingar: Ester Tausen og Jóhan Winther
Kl. 15:30 Leiklist framførur egið verk í stovu 108: Gogodidi –
Næmingar: Brynjar Jansson og Teitur Eysturoy Olsen
Hjartaliga vælkomin til Várlist hjá List & skapan á Glasi.