Vaskifólkini á Glasi hava verið álitið her í Corona-tíðini. Tey hava arbeitt leingi og væl. Tey hava vaskað, sópað, turkað, pussað, desinfiserað og sprittað so at skúlans virksemi hevur kunna hildið fram eftir heilsutilráðingunum, sum hava gjørt umstøðurnar serliga krevjandi fyri vaskifólkini. Hetta hava næmingarnir lagt til merkis, og týsdagin 2. juni fingu vaskifólkini væl uppibornar blómur.
Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.