Í summar flytur Glasir sítt KT-kervi yvir á Skúlanet. Í sambandi við hettar er neyðugt, at tit sum brúka Microsoft-skipanir á telduni eftirkanna, at tit eru ritaði inn á appirnar við tykkara skúlabrúkara.

Niðanfyri er vegleiðing til at eftirkanna, at tú ert innritaður við skúlabrúkara.

Vegleiðing

  1. Brúkar tú bert Microsoft-skipanir í browsaranum? Er tað so, at tú bert brúkar Microsoft-skipanir í browsaranum umvegis glasir.fo, so nýtist tær einki at gera.
  2. Hevur tú Microsoft-skipanir á telduni, men brúkar tær ikki? Er tað so, at tú hevur Microsoft-skipanir á telduni, men brúkar tær ikki, so nýtast tær einki at gera.
  3. Brúkar tú Microsoft-skipanir á telduni? Tit, sum brúka Microsoft-skipanir á telduni, skulu opna allar Microsoft-skipanir, sum tit brúka (OneDrive, OneNote, Word, Excel, PowerPoint og/ella Outlook) og tryggja, at hesar skipanir eru ritaðar inn við tykkara Glasir-brúkara t.d. mj3108f7@glasir.fo. Hettar gera tit við at trýsta á innritanar-bobluna (Windows: uppi í høgra horni, Apple: uppi í vinstra horni). Sí hjáløgdu myndir.

Windows

Apple