Árliga tiltakið hjá lestrarvegleiðingini á Glasi fyri at minna tey ungu á at umhugsa, hvat víðari útbúgving tey skulu velja, var hósmorgunin 30. november.

Tiltakið kallast val og vaflur, tí lestrarvegleiðararnir baka vaflur og bjóða næmingum eitt prát um víðari útbúgving við vaflum afturvið.

Fleiri hundrað vaflur vórðu bakaðar henda morgunin. Tiltakið var nógv vitjað. So at siga alt varð etið ein tíma seinni.

Vónandi eru tað nøkur, sum eru vórðin meiri greið um, hvat tey vilja. Onnur hava kanska í fyrsta umfari valt vafluna, og so kemur hitt næstu ferð.