So var úrslitið av veljarakanningini á Glasi tøkt. Taðvóru536, ið tóku lut í kanningini. Kanningin vísir, at flestu ynskja Kamalu Harris til nýggjan forseta í USA, men flestu vænta, at Donald Trump vinnur forsetavalið í USA.

458 næmingar/lærlingar og 78 starvsfólk luttóku í veljarakanningini. 63% av teimum spurdu høvdu valt Kamalu Harris til forseta, um tey høvdu valrætt í USA. Hyggja vit eftir býtinum millum tey, ið høvdu valt Kamalu Harris til forseta, so er býtið 74% kvinnur, ið ynskja Kamalu Harris til forseta og einans 26% menn.

Tá vit spurdu “hvør heldur tú vinnur forsetavalið í USA”, verður myndin vend á høvdið, tí tá var tað ein greiður meiriluti, ið væntar at Donald Trump verður nýggjur forseti í USA. Heili 64% av teimum spurdu vænta, at Donald Trump vinnur valið í kvøldið, ímeðan 46% vænta, at Kamala Harris vinnur valið í kvøld. Tá vit hyggja at býtinum millum kynini, ið vænta at Donald Trump vinnur valið, so er myndin meira jøvn, tí 51% av kvinnunum og 46% menn vænta, at Donald Trump vinnur valið.

Eitt, sum vit vildu máta í veljarakanningini, var hvussu kynini velja og um støðan her heima er lík veljarakanninginum í USA, har tendensurin er, at kvinnurnar velja Kamalu Harris og ungir menn velja Donald Tump. Kanningin hjá okkum gevur ábendingar um somu mynd: at føroyskar kvinnur velja Kamalu Harris og ungir menn velja Donald Trump.

Spennandi verður at fylgja við valinum í kvøld.

Tað eru samfelagsfrøðislærarar á Glasi, sum standa fyri veljarakanningini, og eru teir væl nøgdir við luttøkuna av kanningini. Endamálið við veljarakanningini er at vita, hvønn kandidat starvsfólk/næmingar/lærlingar ynskja til forseta, og hvønn tey vænta fer at vinna valið í kvøld.   Kanningin er ætlað at brúka í undirvísingini. 

Úrslitið av veljarakanningini sæst niðanfyri.