Úrslitið av fyrstu veljarakanningini á Glasi er nú tøkt. Tað vóru 318 næmingar, ið luttóku í fyrstu kanningini, og vísir hon, at Javnaðarflokkurin hevur størstu undirtøku millum tey lesandi á Glasi.
Í sambandi við løgtingsvalið 8. desember 2022 gera samfelagsfrøðilærararnir á Glasi tríggjar veljarakanningar til næmingar at svara. Fyrsta kanningin var 28. november, onnur kanningin kemur 5. desember, og síðsta kanningin kemur 9. desember, sum er dagin eftir valið og harvið ein kanning av valúrslitinum.
Endamálið við veljarakanningini er at vita, hvønn flokk og hvørji politisk evni næmingar velja og raðfesta. Kanningin er ætlað at brúka í undirvísingini, og hon er dulnevnd.
Onnur veljarakanningin verður eftir valfundin á Glasi tann 5. desember.
Tað eru samfelagsfrøðilærararnar á Glasi, sum standa fyri veljarakanningini.