So var úrslitið av veljarakanningunum á Glasi tøkt. Báðar kanningarnar vísa, at næmingar, lærlingar og starvsfólk á Glasi vænta, at Javnaðarflokkurin fer at vinna valið í dag, men veljarakanningin eftir valfundin vísir, at Kommunulistin klárar seg best til valfundin og fær 20% av atkvøðunum á Glasi.
Veljarakanningarnar vórðu skipaðar soleiðis, at fyrra veljarakanningin varð send út til næmingar, lærlingar og starvsfólk áðrenn valfundin á Glasi, og seinna veljarakanningin varð send út eftir valfundin. 405 luttóku í fyrru veljarakanningini og 406 luttóku í seinnu veljarakanningini. Í fyrru veljarakanningini hava 70% av teimum luttakandi valrætt, harav hava 82% valrætt í Havn. Í seinnu veljarakanningin hava 68% av teimum luttakandi valrætt, harav 84% hava valrætt í Havn.
Í fyrru veljarakanningini svaraðu 48% av teimum spurdu, at tey búgva í Tórshavnar kommunu, men hava ikki avgjørt enn, hvønn tey fara at velja. Eftir valfundin varð svarið til sama spurning 38%, ið framvegis vóru í iva, hvønn tey skulu velja. Hyggja vit at kynsbýtinum í kanningunum, so varð kynsbýtið eins í báðum kanningunum. 56% av teimum spurdu vóru kvinnur og 43% menn og 1% av teimum spurdu, svaraðu “annað” til kyn.
Eitt av endamálunum við kanningini var at kanna, hvønn flokk tey spurdu vænta fer at vinna valið og hvønn flokk, tey sjálvi høvdu atkvøtt fyri. Báðar kanningarnar vísa, at næmingar, lærlingar og starvsfólk á Glasi vænta, at Javnaðarflokkurin fer at vinna valið í dag. Í fyrru kanningini vænta 43% av teimum spurdu, at Javnaðarflokkurin fer at vinna valið í dag í mun til eftir valfundin, tá svaraðu 39% av teimum spurdu, at Javnaðarflokkurin vinnur valið í dag.
Hinvegin so er eingin flokkur greiður vinnari av atkvøðum á Glasi, tí atkvøðurnar eru spjaddar yvir flokkarnar. Tá spurt varð, hvønn flokk næmingar, lærlingar og starvsfólk høvdu valt, so vórðu svarini ymisk í mun til kanningarnar. Í fyrru kanningini, ið varð send áðrenn valfundin, svaraðu 22% av teimum spurdu, at tey høvdu valt Tjóðveldi, 22% høvdu valt Fólkaflokkin og 20% høvdu valt Javnaðarflokkin. Kommunulistin fekk einans 13% av atkvøðunum í fyrru kanningini. Hetta er áhugavert í mun til úrslitið av seinnu kanningini, ið varð send út til næmingar, lærlingar og starvsfólk eftir valfundin á Glasi. Í seinnu kanningini fær Kommunulistin 20% av atkvøðunum í mun til 13% í kanningini fyri valfundin. Tjóðveldi fær 21% av atkvøðunum, Fólkaflokkurin fær 17%, Javnaðarflokkurin fær 16% og Sambandsflokkurin fær 15% av atkvøðunum til seinnu veljarakanningina.
Í veljarakanningini áðrenn sjálvan valfundin varð spurt um, hvønn flokk næmingar, lærlingar og starvsfólk væntaðu fór at klára seg best til pallborðskjakið á Glasi. Har væntaðu 24% av teimum spurdu, at Tjóðveldi fór at klára seg best, 23% væntaðu Fólkaflokkurin fór at klára seg best og 14% svaraðu Sambandsflokkin. Einans 13% svaraðu, at tey væntaðu, at Kommunulistin fór at klára seg best. Men í veljarakanningini eftir valfundin varð úrslitið nakað heilt annað, tí tá svaraðu 32% av teimum spurdu, at Kommunulistin kláraði seg best til pallborðskjakið á Glasi. 21% av teimum spurdu svaraðu, at Sambandsflokkurin kláraði seg best til pallborðskjakið á Glasi, 13% svaraðu Tjóðveldi og 13% svaraðu Javnaðarflokkurin. Stóri vinnarin av valfundin varð tí Kommunulistin, ið fór frá 13% til 32%.
Úrslitini í veljarakanningunum vísa, at onkrar flytingar eru millum atkvøðurnar fyri og eftir valfundin, tí 29% av teimum spurdu í veljarakanningini eftir valfundin svaraðu, at tey høvdu broytt meining eftir pallborðskjakið á Glasi, um hvønn tey skulu velja. Spennandi verður at vita, hvussu veljarakanningarnar á Glasi fara at samsvara við úrslitið av valinum í kvøld.
Tað eru samfelagsfrøðilærarar á Glasi, sum standa fyri veljarakanningini, og teir eru væl nøgdir við luttøkuna av kanningini. Endamálið við veljarakanningini er millum annað at vita, hvønn flokk/lista næmingar, lærlingar og starvsfólk fara at velja og um hvørt valfundir kunnu flyta atkvøður. Kanningin er ætlað at brúka í undirvísingini.
Úrslitið av veljarakanningunum sæst niðanfyri.
Seinna veljarakanningin, send næmingum, lærlingum og starvsfólkum eftir valfundin á Glasi