Á timburbreytini lærir tú um sethúsabygging og eisini at byggja virkisbygningar og annað byggiarbeiði. Arbeiðið fevnir m.a. um forskalling, gólv, útveggir og tekju. Eisini arbeiðir húsasmiðurin við at bjálva, klæða, seta vindeygu og hurðar í.

Hevur tú lærupláss endar útbúgvingin við eini sveinaroynd. Sveinaroyndarskeiðið er 5 vikur. Sjálv sveinaroyndin fevnir um ein ástøðiligan og ein handaligan part. 48 klokkutímar eru til handaliga partin, og sveinaroyndin endar við at næmingurin hevur framløgu. 

Videobrotið niðanfyri lýsir, hvussu ein sveinaroynd og framløga innan timbur.