Mentamálaráðið kunnar nú á heimasíðu síni, at útbúgvingin innan klædnaatstøði, ið verður boðin út á Glasi, gevur munandi stytting í mun til fullu útbúgvingina sum klædnahandverkari í Danmark. 

Hetta eru góð tíðindi. Vit hava alla tíðina vitað og staðið fast við, at klædnaatstøðisútbúgvingin er førleikagevandi, og at hon m.a. gevur atgongd til klædnaútbúgvingar í Danmark. Nú er hetta endaliga staðfest, og tað fegnast vit um. Hetta er av sonnum ein viðurkenning av klædnaatstøðisútbúgvingini og eitt stórt herðaklapp til Glasir. Vit eru sera glað um hetta, og vit mugu eisini siga, at henda niðurstøða als ikki kemur óvart á okkum. 

Tað er sera harmiligt, at klædnaatstøði á heysti 2025 varð umtalað sum ein útbúgving, ið ikki kundi brúkast til nakað. Hetta  var ikki  virðiligt fyri tey, sum hava nomið sær hesa útbúgving, og tey sum eru í gongd við hesa útbúgving.  

Niðurstøðan um klædnaatstøði kemur, eftir at Yrkisdepilin hevur kannað nágreiniliga, hvørjar møguleikar klædnaatstøðingar í Føroyum hava fyri víðari lestri og læru.  

Yrkisnevndin fyri klædnahandverkaraútbúgvingina í Danmark hevur tikið avgerð um, at føroyska klædnaatstøðisútbúgvingin gevur stytting í hesari útbúgvingini á 2 ár og 2 mánaðir. Samlaða útbúgvingartíðin til klædnahandverkara er 3 ár og 4 mánaðir, og sostatt kann ein klædnaatstøðingur frá Glasi eftir einum ári og tveimum mánaðum verða klædnahandverkari. 

Tað er eisini at fegnast um, at ætlanin hjá Mentamálaráðnum er at seta útbúgvingina til klædnahandverkara á stovn í Føroyum.  

Tað var í fjørheyst í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri 2026, at útbúgvingarnar klædnaatstøði og tilvirkisatstøði vórðu strikaðar í fíggjarlógaruppskotinum við teirri grundgeving, at mett var, at tær ikki vóru førleikagevandi.  

Á Glasi vóru vit als ikki samd, og førdi henda avgerð eisini til atfinningar nógvastaðni frá. Næmingar, lærarar og leiðsla á Glasi stríddust saman um at varðveita hesar útbúgvingar í Føroyum og vístu á, at tað ikki var rætt, at tær ikki eru førleikagevandi. Víst var eisini á týdningin at hava eitt fjølbroytt tilboð í Føroyum við útbúgvingum, har dentur verður lagdur á tað handaliga og tað kreativa í størri mun enn tað bókliga.  

Endin var, at avgerðin varð broytt, soleiðis at útbúgvingarnar skuldu bjóðast út skúlaárið 2026/27, meðan arbeitt var við at kanna viðurskiftini kring útbúgvinginar. Nú er so ein niðurstøða komin um klædnaatstøðisútbúgvingina. 

Ein nýggjur flokkur í klædnaatstøði byrjar á Glasi í august 2026. 

UNA JOENSEN, REKTARI Á GLASI