Nú aftur er farið at lýsna uttandura, stendur eisini VIKA SEX fyri durðum, og aftur í ár verður skipað fyri seksualundirvísing á føroysku miðnámsskúlunum. Mikudag, hósdag og fríggjadag kemur felagsskapurin Kyn at vitja 1. ársnæmingar á Glasi.
Felagsskapurin Kyn hevur til endamáls at menna føroyska seksualundirvísing og at kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, mørk, rættindi og onnur seksuell evni og soleiðis skapa betri trivnað millum føroysk ung.
Mikudag, hósdag og fríggjadag koma ung frá Kyn at undirvísa 1. ársnæmingar í seksualundirvísing. Tað verður ein blokkur per. flokk, har næmingarnir fáa tíð at seta spurningar og luttaka í undirvísingini. Harafturat fer Kyn at hava básar í felagsøkjunum hósdagin, har øll kunna koma og fregnast um kropp, kenslur og mørk.
Í ár hevur Kyn eisini framleitt ein stuttan heimildarfilm, har føroysk ung tosa um kropsfatan og sosialar miðlar. Ein lítil brellbiti kann síggjast her.
Um tit ynskja meira at vita um Kyn og VIKU SEX, so kunnu tit hyggja her og her
Endabresturin av VIKU SEX 2022 verður í Perluni hóskvøldið 10. februar kl. 19.00. Tá verður skipað fyri fyrilestri við Bjørg Clementsen, við støði í ritgerð hennara um seksualundirvísing í føroyska fólkaskúlanum. Aftaná verður sofaprát við luttakarum. Tiltakið er alment og øll eru hjartaliga vælkomin.