11. apríl vitjaði vinnan á Glasi. Eini 50 fyritøkur og stovnar luttóku á tiltakinum, har tey kunnaðu næmingar og lærlingar um útbúgvingar og starvsmøguleikar hjá teimum.
Atrium á Glasi var á tremur við básum og fólki henda dagin. Erla Rajani tók nakrar myndir frá tiltakinum, sum kunnu síggjast í niðanfyri sjónbandsbroti.