Hósdagin 23. mars varð skipað fyri tiltakinum “Vinnan vitjar” á Glasi. 

Endamálið við tiltakinum er at vísa lesandi á Glasi á arbeiðs- og “karrieriumøguleikar” í Føroyum.

40 fyritøkur og stovnar, sum umboða stóran part av føroyska arbeiðsmarknaðinum, vóru á vitjan.

Umframt at verða sera væl fyrireikaðar til at taka ímóti teimum ungu, greiða frá við eitt nú við framløgum, høvdu fyritøkurnar ymiskt forvitnisligt við til at bjóða teimum ungu. M.a borðreiddu kokkalærlingar við sera vælsmakkandi smárættum.

Tiltakið var sera væleydnað, næmingarnir fingu nógv burtur úr, og smæddust ikki burtur tá talan var um at spyrja og fregnast um arbeiðs- og útbúgvingarmøguleikar við teir ymisku básarnar.

Niðanfyri er brot úr Degi & viku

Niðanfyri eru fleiri myndir frá tiltakinum