27. og 28. februar hevur Glasir verið karmur um FM fyri handverkslærlingar 2025.

Kappast hevur verið innan hesi fakini: Bilsmíð, el-arbeiði, timbur, hárfríðkan, rør- og blikksmíð og maskinsmíð.

Fríggjadagin 28. februar vórðu vinnarar av teimum ymisku kappingunum kunngjørdir.

Vinnarar gjørdust:

  • Hárfríðkan: Beinta Mouritsen, Karin’sa
  • El: Karstin av Teiginum Jacobsen, El-Kervið
  • Maskinsmið: Jónas Petersen, MEST Skála
  • Timbur: Elmar Jacobsen, Holm Bygging
  • Bilsmið: Símun Bendix Larsen, Reyni Service
  • Rør- og blikksmið: Ólavur Abrahamsen, Renovent

Niðanfyri eru myndir frá handanini. Hjartaliga til lukku til allar luttakarar.

FM fyri handverkslærlingar verður skipað sum samstarv millum Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Glasir, Tekniska Skúla í Klaksvík og Yrkisdepilin.